U11-dreingirnir eru hugagóðir til venjing og raskir at møta upp. Seinnapartin í gjár vóru ikki færri enn 50 dreingir til venjing – og teir koyrdu á.
Til stuttleika kann eisini nevnast, at fleiri av teimum eru fastir fúsir í heppi- og trummukórinum til dystir hjá Meistaradeildini.
Sunnudagin ætla teir aftur at koyra á, tá Meistaradeildin Menn fáa vitjan av 07 Vestur.
Teir halda, at øll burdu møtt og hjálpt teimum at heppa!


















