Hósdagin 24. juli verður brakið ímóti Brøndby. Og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum fjepparatiltaki í Bowl á Hálsi.
Á skránni verður:
- Livandi tónleikur – vit seta tónan beinanvegin
- Burgarar og okkurt leskandi afturvið verður til keyps
- Andlitsmáling – við HB-litum!
- SPORT 24 selur HB-troyggjur
Veðrið verður gott – og tú kanst sita úti í teltinum ella njóta sólarglottarnar á terassuni.
Tiltakið byrjar kl. 15.00, har vit í felag leggja lunnar undir gott lag, áðrenn vit umleið klokkan 18.45, fylgjast oman á Tórsvøll at stuðla okkara monnum.
Vit síggjast í Bowl.
Hevur tú enn ikki keypt atgongumerki til dystin, so kunnu tey keypast HER.























