Leygarmorgunin 2. august bórust boðini um, at Tønnis Wardum var farin, 76-ára gamal.
Tønnis var havnarmaður við stórum H, føddur 9. apríl 1949, og uppvaksin uppi undir Varða í Havn.
Eftir 7. flokk fór hann sum messudrongur við Bliki og var við túrin í 1963, tá Blikur sakk í Grønlandi, men eftir tað var hann ikki meira til skips.
Í 1968 fór hann á eftirskúla í Tølløse í Danmark, og seinni í kongaligu garduna, har hann var í 1971-1972. Síðani á politiskúla og kom so heim aftur í 1976 at arbeiða sum løgreglumaður. Hann plagdi at taka til “vit havnardreingir spældu ofta røvarar og politi, og eg bleiv politi, meðan hinir enn eru røvarar og bandittar “. Tønnis gavst sum løgreglumaður sum 65-ára gamal í 2014.
Tønnis, sum var uppkallaður eftir langabbanum í mammuættini úr Havn, var einnevndur í Føroyum, ein persónligheit og meira enn vanligt. Har hann var, fylti hann nógv, bæði við sínum verimáta, og ikki minst sínum lætta lyndi, og sera beinraknu og skemtiligu viðmerkingum og skotum, tá fólk hittust. Gjøgnum ár og dag er hann komin við nógvum skemtiligum viðmerkingum, sum í dag ikki altíð hava verið “korrektar”, men sum vit minnast hann fyri, tí tað lá einki ilt aftanfyri.
Tønnis tók lut í øllum vanligum lívi í Føroyum, við báti á floti at fiska, skjóta fugl, í grind, á fjalli hjá Júst og tað, sum har til hoyrir, og væl lá fyri.
Men tað, sum fylti mest uttanfyri hansara familju og arbeiði, var HB. Sum ungur spældi hann mest hondbólt við Neistanum, og sum unglingi var hann ein framúr hondbóltsspælari við sera góðum skoti, og tá ið unglingarnir hjá Neistanum vóru til kapping í Norra, var hann millum toppskjúttarnar. Tá hann fór til Tølløse á skúla, gavst hann sum virkin ítróttarmaður, og eftir tað hevur hann verið fastur og fúsur í øllum hjá HB. Var til hvønn dyst hann kundi og var flaggvørður í HB húsinum til sjúkan steðgaði hesum, fastur og fúsur í HB-Stuðlum, og minnast vit hann ikki minst frá stuðlaveitslunum.
Í Onglandi helt hann við Stoke, ið komst av kenda landsliðsmálmanninum Gordon Banks, sum gjørdist heimsmeistari í 1966 við enska landsliðnum
Eisini á Tórsvølli var hann fastur og fúsur heilt til han ikki orkaði meir. Tá farið varð undir Tórsvøll í 1999, var arbeiðið fyri stóran part sjálvboðið arbeiði av B36- og HB viðhaldsfólki. Einaferð skuldi Tønnis argandi havt hildið fyri við ein B36’ara, at HB’arnir vóru nógv meira aktivir, og gjørdu meira arbeiði, har so B36’arin vísti til kranan hjá Skipasmiðjuni, sum umboðaði B36 við 750 kr. um tíman, men var Tønnis skjótur at vísa á ein advokat, sum eisini var har “at hasin, sum stendur har, hond í lumma, hann kostar 1.500 kr. um tíman”. Ja soleiðis var Tønnis, altíð klárur.
Seinnu árini hevur hann ikki, vegna sína støðu, verið í Gundadali, men fylgt væl við, og til seinast fekk hann høvi nú á Ólavsøku av altanini á LS at síggja Havnabátin gera bart, og tað frøddi hann.
Ja, nú vit sita eftir, eru tað so nógv góð minnir, og saknurin er stórur, men størstur er saknurin hjá børnunum Dion, Borghild og Loui, og familjuni annars.
Vit takka fyri løturnar – hvíl í friði góði Tønnis.



















