Aðalfundur hjá HB-Stuðlum hevur verið, og nevndin heldur fram í sama líki.
Turið greiddi frá farna árinum, og síðani var roknskapurin lagdur fram. Roknskapurin víst eitt avlop á góðar 70.000 kr., og stuðulin, sum var latin til HB í 2024, var yvir 400.000 kr.
Nevndarvalið varð skjótt avgreitt. Niels Uni, Fríðunn og Heidi stóðu fyri vali. Tey stillaðu øll upp aftur og vórðu einmælt afturvald. Benny og Heðin halda eisini fram sum tiltakslimir.
Harvið halda allir nevndarlimir fram, og nevndin heldur fram í verandi líki.
- Turið Láadal Sejersdóttir, forkvinna
- Uni Nielsen, varaformaður
- Høgni Berg, skrivari
- Fríðunn Niclassen, nevndarlimur
- Niels Uni Dam, nevndarlimur
- Heidi Falkenberg, nevndarlimur
- Klæmint Weihe, nevndarlimur
- Benny Falkenberg, tiltakslimur
- Heðin Weihe, tiltakslimur
Vilt tú gerast limur í HB-Stuðlum? Tekna teg HER.