Føroya bestu fótbóltsspælarar vóru heiðraðir til tiltakið “Ársins spælari”, sum var á Hotel Hilton. Tað eru FM1 og Portalurin, sum skipa fyri tiltakinum.
Ein heiður fall í okkara, og tað var heiðurin sum “Ársins ungi spælari”, sum Heini vann. Heini hevur haft fleiri sannførandi avrik í ár, og gjørdist eisini nr. 3 í atkvøðugreiðsluni sum Ársins Spælari í HB, sum HB-Stuðlar skipa fyri.























