Regin Berg farin um sýn

Tung vóru boðini at fáa, tá telefonin ringdi leygardagin 12. februar, at Regin so brádliga var farin, bert 62 ára gamal. Regin var nevndarlimur í HB-stuðlum í mong ár, har hann trúliga luttók, tá skipað varð fyri tiltøkum.

Regin var ein stillur maður, men vóru onkrar praktiskar uppgávur, sum skuldu gerast, segði Regin ongantíð nei, um hann var biðin um eina hjálpandi hond. Tað kundi vera at krevja inn, hjálpa til í Klubb Gundadal ella okkurt heilt annað. Tá ið veitslur vóru, og ruddast skuldi av, vóru tey so trúføst í køkinum og vaskaðu upp, Regin og Rita.

Saknur verður í honum, tá vit um stutta tíð aftur fara at hittast til dystir í Gundadali.

Vit drýpa høvur í sorg og samkenslu við tykkum Rita, Høgni, Jákup og Bogi við familjum.

Ærað veri minnið um Regin Berg

 

Við virðing

Havnar Bóltfelag