Hegga venja 1. deild

Hegga Samuelsen er settur sum venjari hjá okkara 1. deildarliðið við monnum. Hegga hevur drúgvar royndir sum venjari í 1. deild, umframt at hann hevur verið venjari hjá 07 Vestur og ÍF í bestu deildini.

HB er ikki heilt ókent fyri Hegga, tí sum spælari umboðaði hann okkum í tveimum umførum. Fyrstu ferð í 1993, og so aftur í 1997.

Vit ynskja Hegga vælkomnum aftur í Gundadal.

Mynd: portal.fo