Leiðin gongur til Albania

Nú er greitt at dystirnir í Champions League undankappingini, skulu spælast í Albania.

Hálvfinalan verður spæld á Niko Dovana Stadium í býnum Durrës, týskvøldið 22. juni kl. 20 lokala tíð (19 føroyska tíð).

Ein møgulig finala verður spæld Elbasan Arena í Elbasan, fríggjakvøldið 25. juni.

Allir dystir verða uttan áskoðarar.

Niko Dovana Stadium

Mynd: Wikipedia