Arbeiðsdagur í HB-húsinum

Leygardagin 7. mars verður árligi arbeiðsdagurin í HB-húsinum. Vit fara at rudda, vaska og gera ymsar ábøtir í húsinum. Nógv er at fara um, so øll hjálp er kærkomin.

Dagurin byrjar kl. 10:00 við morgunmati, og endar við einum betri bita um kvøldið. Fyri at vita hvussu nógvan mat vit skulu gera, kundu vit hugsað okkum at vita hvussu nógv vit vera. Vinarliga sigið frá um tit eru við. Tit kunnu melda til á Facebook, ella við at senda teldupost til hb@hb.fo.

Vit gleða okkum at síggja allar HBarar til ein hugnaligan dag.