Í kunnandi fundi í síðstu viku, var nýggja menningarætlanin hjá HB løgd fram. Umleið 70 fólk vóru møtt á fundinum, har menningarstjórin Mads Løvig legði fyri. Hann var m.a. inni á nýggja og spennandi samstarvinum við Skúlan á Fløtum og Skúlan við Løgmannabreyt. Samstundis bað hann farvæl, nú hann fer í annað spennandi starv sum skúlaleiðari á ítróttarfrískúlanum Guldminen, sum er eitt samtarv millum ítróttarskúlan ISI og FC Midtjylland.
Fótbóltsflokkurin á Skúlanum á Fløtum hevur eftirhondini nøkur ár á baki, og nú hevur Skúlin við Løgmannabreyt sama tilboð. Nú verða venjarar úr bæði HB og B36 knýttir at tilboðnum og fara at skipa fyri venjingum, og lyfta hesar á eitt hægri stig. Samstarvið millum skúlarnar og feløgini merkir, at betri samsvar verður millum venjingarnar í skúlunum og í feløgunum.
Høvuðsvenjararnir hjá bæði Betri monnum og Betri kvinnum, Kim og Jan, løgdu eisini teirra ætlanir fram. Jan var m.a. eisini inni á, hvussu gentu- og kvinnusíðan í felagnum hevur ment seg seinastu árini.
Til seinast fingu nýggju ungdómsvenjararnir, Oddur Olsen og Jens Erik Rasmussen, høvi at siga nøkur orð. Kunngjørt var eisini at venjaratoymið hjá U17-dreingjunum verður mannað av tveimum spælarum í Betri deildini, Jákup Thomsen og Pætur Petersen.