Ungdómsnevndin hevur sett sær trý fokusøki, sum skulu mynda arbeiðið komandi tíðina.
Fyrsta fokusøkið er breiddin. Her er málið at halda fram við teimum góðu heilárligu tilboðunum til allar árgangir í felagnum, samstundis sum arbeitt verður fyri at fáa enn fleiri lið til eldru ungdómsárgangirnar og eisini fleiri vaksnamannalið.
Annað fokusøkið snýr seg um at menna úrvalstilboðið, serliga í skiftinum, tá ið íðkarar fara frá barnafótbólti til vaksnamannafótbólt. Dentur verður lagdur á at tryggja eina góða og samanhangandi gongd, har leikarar fáa bestu møguleikar at mennast víðari bæði ítróttarliga og sosialt.
Triðja fokusøkið er felagsskapurin. Ungdómsnevndin fer at arbeiða miðvíst fyri at styrkja um samanhaldið og skapa eitt livandi og virkið HB-hús. Endamálið er, at húsið skal vera eitt náttúrligt samlingsstað fyri allar HBarar. Tað eru bæði íðkarar, venjarar, hjálparfólk, áskoðarar og foreldur.
Við hesum trimum fokusøkjum ynskir ungdómsnevndin at leggja eitt sterkt grundarlag fyri framhaldandi menning av ungdómsarbeiðinum í felagnum.
Í ungdómsnevndini sita Rókur av Fløtum Jespersen, Teitur Matras Gestsson, Levi Hanssen, Rani Debes Christiansen og Tóri Slættalíð.



















