Steypið handað

Kappingin varð avgjørt fyri nøkrum vikum síðani, og tað var greitt at U16-genturnar gjørdust føroyameistarar. Í dag var so stóra løtan, tá steyp og medaljur blivu handaði.

Talan er um eitt spennandi lið, har ikki færri enn fimm gentur, hóast teirra unga aldur, longu hava spælt á besta kvinnuliðnum. Tær eru Marta Østerø, Bára Poulsen, Ró Gray Djurhuus, Lý Gray Djurhuus, Silja Trier. Umframt tær fimm hava Marita á Heyggi og Tóra Vatnhamar Olsen verið á bonkinum hjá Betri kvinnum.

U16-genturnar fingu 26 stig, tvey fleiri enn KÍ, sum gjørdist nr. 2.

Vit ynskja U16-gentunum til lukku við føroyameistaraheitinum.

St.f.v. Ronja Trier, Ingrid í Stórustovu, Olivia Rajani, Solveig Ripley, Marta Østerø, Emilia Joensen, Marita á Heyggi, Jutta Helena Laksá, Elin Elmelund Hansen
Hú.f.v Bára Poulsen, Ró Gray Djurhuus, Lý Gray Djurhuus, Silja Trier, Sesilia Simonsen, Una Eyðunsdóttir, Maia Thomsen, Elsa Kathrina Eysturberg Gisladóttir, Tóra Vatnhamar Olsen