Leggja til brots sunnudagin

Um veðrið vil, verður Betri deildin hjá kvinnum sparkað í gongd í vikuskiftinum. Vit byrja á “útivølli” ímóti B36.

Okkara kvinnur endaðu á triðja plássi í fjør, og komu eisini í steypafinaluna, sum tíverri bleiv tapt sera tepurt ímóti KÍ.

Nakrar broytingar eru í hópinum í mun til í fjør, og eisini er eitt nýtt venjaratoymi á odda fyri liðnum. Høvuðsvenjari er Lukasz Cieslewics, sum vit kenna sum ein stóran profil í bestu mansdeildini. Nú skal hann, fyri fyrstu ferð, so royna seg sum høvuðsvenjara. Undir liðini á honum stendur John Petersen, sum umframt at vera kendur sum ein av okkara fremstu málskjúttum, hevur verið landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum. Afturat sær hava teir tveir mans, ið eru kendir í felagnum, nevniliga Magnus Jakobsen, málmansvenjara, og Eyðstein Simonsen, fysiskan venjara.

Hóast broytingar eru ambitiónirnar ikki minni í ár. Tað sigur Sunniva Willemoes, sum hóast sín unga aldur, telist millum tær mest royndu, við heimasíðuna hjá FSF.

– Vit hava fyrireikað okkum væl til komandi kappingarár. Vit hava havt strævnar og gevandi venjingar seinastu tíðina, soleiðis at vit kunnu vera so klárar til kappingarbyrjan sum møguligt, sigur hon.

– Endamálið er fyrst og fremst at hava eina stabila gongd í kappingarárinum, har vit vísa okkara bestu síðu frá byrjan til enda. Málsetningurin í ár er sjálvandi eisini at røkka onkrum heiðursmerkjum, sigur hon at enda.

Landskappingin byrjar sum nevnt sunnudagin kl. 12.15 við grannauppgerð í Gundadali móti B36.

Mynd: portal.fo