Leygardagin kl. 17 spæla kvinnurnar steypafinalu á Tórsvølli ímóti NSÍ. Sostatt verður punktum sett fyri kappingarárið 2021 hjá kvinnunum.
Okkara kvinnur endaðu á 5. plássi í landskappingini, og tað er nokk eitt sindur undir hvat var væntað og vónað. Men stórar útskiftingar hava verið á liðnum í ár, har m.a. Jónvá Hentze og Julia Naomi Mortensen, sum eru landsliðsaktuellar, eru farnar av landinum. Formkurvan hevur verið eitt sindur svingandi, men eftir at hava verið í einum aldudali fyrr í ár, tykist liðið at fótað sær aftur.
– Vit høvdu eitt tíðarskeið fyrst í oktober, har vit raktu botnin. Onki riggaði sum tað skuldi, og nógvar vóru frustreraðar um hetta. Vit komu heldigvís skjótt úr hesum og vunnu seinasta dystin í landskappingini, eins og hálvfinaluna móti 07 Vestur, sigur Emma Tormóðardóttir Stóra.
– Hópurin hjá okkum er breiður, har kappingin um plássini er hørð. Toymið runt um kvinnuliðið er sera sterkt sett við nevnd, venjarum, liðleiðarum og áskoðarum, sum vit allar eru sera takksamar fyri.
Væntar ein javnan dyst
Tá talan er um finalur, verður ofta hugt burtur frá form- og stigatalvu. Og hesa ferð er einki undantak, sigur Emma.
– Vit kunnu vænta okkum ein javnan dyst. NSÍ endaði nr. 2 í landskappingini har vit aftur ímóti endaðu nr. 5. Vit hava tó haft nøkulunda tamarhald á NSÍ í ár, har vit hava vunnið 2 dystir og tapt ein. NSÍ er eitt sera sterkt lið, bæði offensivt og defensivt, so tað krevur at vit eru 100% klárar á øllum plássum.
Ein lítil steðgur hevur verið, síðani tær tryggjaðu sær finaluplássið. Men hetta tíðarskeiðið er brúkt skilagott til nógva venjing.
– Tað eru nú tvær vikur síðani vit vunnu okkum finaluplássið. Men seinastu vikurnar hava vit vant nógv, bæði úti á vøllinum og í Stimburhøllini. Eisini hava vit haft morgunvenjingar, og hava spælt venjingardyst, fyri at fyrireika okkum best møguligt til stóra dystin leygardagin, sigur Emma at enda.
Vit fylgja spent við, og vóna at kvinnurnar kunnu taka steypið aftur í HB-húsið, eftir at tað hevur verið í útlegd í eitt ár.
Finalan verður sum kunnugt á Tórsvølli leygardagin, og atgongumerki kunnu keypast í forsølu á nethandlinum hjá Fótbóltssambandinum. Vegna koronustøðuna er avmarkað pláss. Eystara skýlið er býtt í fýra økir, har tað er pláss fyri 100 áskoðarum í hvørjum øki.
Mynd: portal.fo