Klárar til endaspælið

Við einum stigi ímóti NSÍ, tryggjaðu kvinnurnar sær pláss í ovara endaspælinum.

Til hetta kappingarárið varð leisturin í Betri Deildin hjá kvinnum broyttur, soleiðis at top-4 liðini fara í eitt meistaraspæl. Upprunaliga skuldu tað vera 5 lið í meistaraspælinum, men eftir at 07 Vestur tók liðið úr kappingini, varð hetta broytt til 4. Liðini fáa øll stigini frá grundspælinum við í endaspælið.

Umframt HB, eru eisini Víkingur, NSÍ og KÍ í FM-endaspælinum.

Liðini spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum, og fyrsta umfar verður 1. september. Enn er óvist, nær vit møta hvørjum.

Mynd: RSmedia / HB