Kvinnurnar klárar til kappingarbyrjan

Landskappingin hjá kvinnunum byrjar í morgin, og tær eru til reiðar til kappingina, sigur venjarin Jan M. Laursen.

Leikararnir hava víst seg frá síni bestu síðu í uppstartinum, og venjarin hevur góðar vónir til bæði liðið og til teir einstaku leikararnar.

– Vit fara inn fyri at vinna hvønn dyst, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, leggur Jan afturat.

Fyrsti landskappingardystur verður sum nevnt í morgin, leygardagin 20. mars, og verður á Dungasandi í Sørvági, ímóti uppflytarunum 07 Vestur.