Tvær nýggjar á landsliðnum

Kvinnulandsliðið hevur tveir vinardystir á skránni seinni í juni, tá Andorra kemur á vitjan. Dystirnir verða spældir 25. og 28. juni, og Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur úttikið 22 spælarar til dystirnar. Millum tær 22 eru fýra úr. Tær eru Sarita Maria Mittfoss, Rúna Jacobsen, Rebekka Klein Olsen og Ása Stórá Carlsen

Rebekka og Ása eru úttiknar fyri fyrstu ferð. Sarita hevur spælt 17 landsdystir, meðan Rúna fekk sín fyrsta landsdyst í februar, tá hon kom á vøllin í venjingardystinum ímóti Gibraltar.

Mynd: jn.fo