HB-kvinnur best umboðaðar á landsliðnum

A-landsliðið við kvinnum bleiv í dag úttikið til dystin ímóti Norra. Og aftur hesa ferð eru okkara kvinnur væl umboðaðar, við 6 leikarum. Umframt tær 5, ið vóru við seinast, er eisini Nadja Dam Johannesen úttikin.

Tær úttiknu úr HB er hesar:
Nadja Dam Johannesen, Julia Naomi Mortensen, Jónvá Hentze, Sara Samson Lamhauge, Heidi Sevdal og Rebekka Fjalsá Benbakoura.

EM-undankappingardysturin fyri kvinnur millum Føroyar og Norra verður á Tórsvølli týsdagin 8. oktober klokkan 17:00.