Drúgv landsliðsskrá fyri framman

Føroyska A-landsliðið við monnum skal aftur í eldin í juni mánað, tá UEFA Nations League byrjar aftur. Talan er um eina drúgva skrá, tí heili 4 dystir eru á skránni.

Landsliðsvenjarin Håkan Ericson hevur úttikið 23 spælarar, har ímillum 4 HBarar: Teit, Daniel, Hørð og Ára.

Byrjað verður í Turkalandi, áðrenn landsliðið kemur heim til Føroya at spæla ímóti Luksembourg og Litava. Síðsti dysturin er á útivølli ímóti Luksembourg.

Skráin sær soleiðis út:

4. juni Turkaland – Føroyar
7. juni Føroyar – Luksemborg
11. juni Føroyar – Litava
14. juni Luksemborg – Føroyar

Mynd: in.fo