Heri fingið landsliðsboð

Vegna skaða hevur René givið avboð til landsdystirnar ímóti Malta og Andorra. Avloysarin er funnin í sama umklæðingarrúmi, tí landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir Hera Hjalt Mohr.

– Um eg eri glaður? Ja, for sørin. Glaður er ikki orðið. Tað følist eitt sindur óveruligt beint nú. Hetta er heilt fantastiskt, segði Heri við heimasíðuna hjá FSF, tá hann fekk boðini.

Heri avloysir René, sum hevur ein lítlan skaða at dragast við. Mett verður ikki, at René verður klárur til landsdystirnar ímóti Malta og Andorra.

Hósdagin 3. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og sunnudagin 6. september klokkan 14:00 hittast Andorra og Føroyar á Estadi Nacional í Andorra.