Rúna og Fridrikka hava fingið landsliðsboð

Í apríl fer føroyska A-landsliðið við kvinnum undir nýggja UEFA Nations League kapping. Fyrstu dystirnir eru á heimavølli ímóti Moldova og Gibraltar, og teir verða spældir ávíkavist 4. og 8. apríl.

Millum tær 20, sum eru úttiknar, eru Rúna Jacobsen og Fridrikka Clementsen. Tær hava verið fastur partur av A-landsliðnum í longri tíð, og hava spælt ávíkavist 22 og 15 landsdystir.

Myndir: RSmedia / HB