Kvinnurnar steypavinnarar!

EN-DI-LIGA, freistast man at siga, koppaði tað til okkara kvinnur!

Nakrar javnar finalur hava verið seinastu árini, har okkara kvinnur hava drigið styttra stráðið. Men hesa ferð lótu tær ongan iva vera! Teir vóru greitt omaná, og vunnu 3-0 á greipuvinnarunum 2018, EB/Streymi/Skála. Heidi byrjaði ballið, tá hon fangaði ein bólt eftir eina verjuvillu. Einsamøll við málverjanum gjørdi hon tað hon hevur gjørt 281 ferðir áður, og setti bóltin í kassan til 1-0. Tìggju minuttir seinni bleiv Nadja feld í brotsteiginum, og úr 11 metrum var Elin Maria trygg. Síðsta málið kom tá tað restaðu góður 5 minuttir, og tað var innskifta Julia Naomi sum endaði veitsluna.

Hetta er fyrsta steypið hjá kvinnunum síðani 2001, og tí kemur hetta serstakliga væl við. Og um hugt verður eftir hvussu liðið hevur ment seg, kann hetta blíva heilt spennandi at fylgja við.

Hagtøl

EB/Streymur/Skála – HB 0-3 (0-2)
0-1 Heidi Sevdal
0-2 Elin Maria Isaksen
0-3 Julia Naomi Mortensen

Liðið í dag: Eyðgerð Mikkelsen, Marjun Undir Kletti, Julia Helena Henriksen (Ester Ellingsgaard), Nadja Johannesen, Sunniva Willemoes, Heidi Sevdal (liðsk.), Jónvá Hentze, Sara Lamhauge, Elin Maria Isaksen (Julia Naomi Mortensen), Rebekka Fjalsá Benbakoura (Poula Andreasen), Liljan av Fløtum

Óbrúktir eykaleikarar: Barba Hansen, Ninna Hansen, Silja Færø, Anitha Mortensen