Við málið frá Rúnu megnaðu okkara kvinnur at vinna steypafinaluna ímóti favorittunum úr KÍ.
Undan dystinum var oddaliðið úr Klaksvík mett at vera stórfavorittur, men sum ein vælkend málslig tugga sigur, so eru finalur nakað serligt, og favorittleikluturin er ikki altíð avgerandi faktorurin.
Og so var eisini hesa ferð. Tí hóast KÍ hevði bóltin meira, megnaðu tær ikki at skapa tað stóra. Hetta takka okkara sera vælskipaðu verju.
Sigursmálið kom í fyrra hálvleiki, tá ein góður hálvur tími var spældur. Tað var eftir eitt sindur av trunkaspæli, at bólturin fall fyri føturnar á Rúnu, sum smekkaði bóltin í kassan.
Restina av dystinum var tað KÍ, sum hevði bóltin mest. Tó, so fingu vit nakrar góðar møguleikar ímóti endanum. Leiðslan helt til síðsta bríksl, og okkara kvinnur kunnu kalla seg steypavinnarar 2025.
Mynd: RSmedia / HB




















