betri-kvinnur

Væl afturkomin, Julia Naomi

Eftir trý ár í útlegd, verður landsliðsleikarin Julia Naomi Mortensen aftur at síggja í reyða og svarta búnanum. Julia Naomi er uppvaksin í TB, men byrjaði sína yrkisleið í vaksnamannadeildini hjá okkum, har hon, frá 2017 til 2021, taldist millum profilarnar

Hjálparvenjari settur

Christian Eli Zachariasen er settur sum hjálparvenjari hjá kvinnunum. Harvið er toymið hjá kvinnunum fullmannað og telur nú seks fólk. Tey eru: Allan Dybczak, høvuðsvenjari Christian Eli Zachariasen, hjálparvenjari Petur Meinhard Magnussen, málmansvenjari Eyðstein Simonsen, fysiskur venjari Niklas Reginsson, fysioterapeutur Anna Jakobsen, liðleiðari

Sara aftur í Gundadali

Eftir trý ár í NSÍ, hevur Sara Samson Shaki aftur sett kósina ímóti Gundadali og spælir komandi kappingarár har, sum verulig ferð kom á fótbóltsleiðina. Sara er ikki ókend í felagnum, og var bert 15-ára gomul, tá hon í 2016 spældi

Takk fyri hesa ferð Fridrikka

Fridrikka verður ikki at síggja í HB-blusuni komandi kappingarár. Hon fer til Íslands at spæla við ÍBV. Vit missa ein góðan spælara, men vit fegnast um, at hon fer at royna seg á hægri stigi. Farvæl, og takk fyri hesa ferð. Tú

Brá: HB er eitt felag sum raðfestir kvinnurnar

Ein tann mest spennandi, ungi kvinnuligi spælarin í landinum, Brá Zakariasardóttir, verður komandi kappingarár partur av okkara besta kvinnuliði. Hon er ein hart arbeiðandi spælari, sum meistrar kynstrið at skjóta mál. Hóast hon bert er 18-ára gomul, hevur hon longu spælt

Halla tók ímóti virðisløn vegna WU17

”A seious and ambitious footballer, who likes responsibilty and leads by example”. Hesi vøkru orð fekk Halla Morgan Ejdesgaard við á vegnum, tá hon, vegna føroyska WU17-landsliðið, tók ímóti Respect & Fair Play steypinum, sum Føroyar vunnu, tá EM-endaspælið var í

Fysioterapeutarnir halda fram

Samstarvið við NB Fysioterapi heldur fram í komandi ár. Sostatt heldur Steinar fram sum fysioterapeutur hjá Betri-monnum, og Niklas hjá kvinnunum. Hetta samstarvið hevur riggað væl, og er nú á veg inn í sítt 6. ár.

Frá barnaminnum í HB-klæðum til veruligan HB-búna

Sum smágenta gekk Lea Símunardóttir Lisberg í HB-klæðum og sang HB-sangir. Og komandi kappingarár fer 23-ára gamla Lea aftur í HB-klæðini. Hesa ferð sum spælari, og ikki bara sum fjeppari. – Kona pápa mín er HBari, so sum smágenta gekk eg

Tríggjar gullnálir

Á ársveitsluni fingu Ása, Ári og Rúna handað gullnálir, nú tey hava spælt 100 landskappingardystir fyri HB.

Vælkomin heim, Allan

Eftir trý ár í útlegd kemur Allan Dybczak heim aftur í HB-húsið, har hann fer beint í ein vælkendan leiklut – sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum. Ein leiklut, sum hann fer at røkja til og við 2028. Við sær hevur hann Petur