Brá: HB er eitt felag sum raðfestir kvinnurnar

Ein tann mest spennandi, ungi kvinnuligi spælarin í landinum, Brá Zakariasardóttir, verður komandi kappingarár partur av okkara besta kvinnuliði.

Hon er ein hart arbeiðandi spælari, sum meistrar kynstrið at skjóta mál. Hóast hon bert er 18-ára gomul, hevur hon longu spælt trý kappingarár í Betri-deildini, har tað er blivið til 30 dystir og 19 mál.

Brá byrjaði sína fótbóltsleið í FC Hoyvík, áðrenn hon í 2023 skifti til B36, har hon sum bert 15-ára gomul fekk sín fyrsta dyst í Betri-deildini.

Á sumri í 2024 fór hon til Danmarkar at royna seg í Hjørring á Dana Cup Academy. Har var hon í eitt ár, tá hon skifti til NSÍ, sum hon spældi við í seinnu hálvu í ár. Hon gjørdist toppskjútti hjá NSÍ í endaspælinum, har hon skoraði 8 mál í 12 dystum. Millum annað eitt í Champions League.

Nú fara vit so at njóta gott av 18-ára gamla stórtalentinum.

– Eg havi valt HB, tí hetta er eitt felag við góðum og professionellum umstøðum, og har kvinnuliðið verður raðfest høgt.

– Fyrsta stigið er at bíta meg fasta á liðnum, har eg ætli mær at skjóta mál, sigur Brá um skiftið.

Vit fegnast um tilgongdina av Brá, og við henni og Leu S. Lisberg, sum varð kunngjørd í november, byrjar liðið so smátt at taka skap til komandi kappingarár.