Rúna ársins leikari

Eins og hjá monnunum var avdúkingin av ársins leikara hjá kvinnunum seinkað. Kvinnurnar atkvøða sjálvar aftaná hvønn dyst, og hava tær valt Rúnu Jacobsen til ársins leikara 2021.

Rúna spældi í fjør 23 dystir, og skoraði 7 mál. Síðani hon kom til HB í 2020, hevur hon spælt 42 dystir og skotið 8 mál sambært FaroeSoccer.

Vit ynskja Rúnu hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Mynd: jn.fo