Nú er greitt, hvør skal venja okkara BETRI-kvinnur komandi árini. HB hevur gjørt eina trý ára avtalu við Jan Mølvad Laursen um at standa á odda fyri venjingini. Afturat sær hevur hann John Eystberg sum hjálparvenjara. Hetta er tveir menn við nógvum venjara royndum, og vit í HB eru fegin um at vit longu nú kunnu fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, har vit seta okkum greið og høg mál.
HB vil raðfesta kvinnufotbóltin hægri komandi árini og hevur sett eina nevnd fyri kvinnufótbóltin, sum kemur at taka sær av at skipa økið betri.
– Vit hava ein dugnaligan og ágrýtnan hóp av kvinnum, sum kunnu koma langt. Tí eru vit sera fegin um at kunna gera ein trý ára sáttmála við venjaran, so vit kunnu fáa stabilitet rundan um okkara BETRI-kvinnur, og arbeiða miðvíst eftir at røkka á tindin, sigur Simona Heinesen, forkvinna í nevndini fyri kvinnufótbólt.