HB og John Petersen, sum síðani í vár hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum, og seinnu helvt av kappingarárinum eisini venjari hjá okkara Betri kvinnum, eru komin ásamt um, at John ikki verður venjari komandi kappingarár.
Hetta árið hevur verið avbjóðandi upp á nógvar mátar, og John var ikki meira enn settur, tá allar venjingar vóru avlýstar vegna korona, og ungdómsfótbólturin lá í dvala í longri tíð. Alt árið hava verið avbjóðingar í mun til hetta, og árið gjørdist rættuliga annarleiðis enn væntað. Tá kvinnurnar stóðu uttan venjara fyrr í ár, varð avtalað gjørd við John Petersen um at tók sær av venjingunum hjá teimum. Í kappingini rukku við bronsuna men duttu skjótt úr steypakappingini.
HB takkar John Petersen fyri tíðina, og tað íkast hann hevur givið felagnum, og ynskir honum alt tað besta – og til lukku við A-venjaraprógvinum, sum hann fekk í vikuni.
Mynd: Olena Goffe