Bussferð til Klaksvíkar

Sunnudagin 8. mai verður stórdystur í Klaksvík. Og tá hava okkara menn tørv á øllum stuðli.

Í tí sambandi skipa HB-stuðlar fyri busstúri. Døgurði verður í HB-húsinum áðrenn.

Døgurðin verður serveraður kl. 12.30, og bussurin koyrir kl. 13.30.

Kostnaður fyri busstúr og døgurða er 100,- kr.

Avmarkað pláss er í bussinum, og neyðugt er at tekna seg frammanundan við at senda ein teldupost til turid@hb.fo.