Broyting hjá Betri-kvinnum

Nevndin í HB ynskir at gera nakrar broytingar á kvinnusíðuni til komandi kappingarár. Í hesum sambandi hevur nevndin valt at steðga samstarvinum við venjaran hjá Betri-kvinnum, Allan Dybczak. Hann hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá HB í fleiri umførum, og takkar HB honum fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri kvinnufótbóltin hjá felagnum. Arbeitt verður við at seta nýggjan hvøuðsvenjara hjá Betri-kvinnum.