Nýggjur kvinnu- og ungdómsvenjari

Christopher Harrington er settur sum venjari hjá Betri kvinnum. Harumframt kemur hann eisini at virka sum høvuðsungdómsvenjari.

Christopher er úr Írlandi, og er 32 ára gamal. Seinastu mánaðarnar hevur hann verið venjari hjá B71. Áðrenn hann endaði í Føroyum, var venjari í Íslandi. So hetta er ein venjari, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum.

– HB er mest vinnandi felagið i Føroyum. At gerast ein partur av hesum, og byggja víðari uppá hetta, er nakað sum tiltalar meg. Her eru nógv góð fólk virkin í felagnum. Fólk sum hava somu virðir og prinsippir sum eg, um hvussu eitt felag skal rekast, sigur Christopher um eina av orsøkunum til at hann nú hevur tikið við starvinum í HB.

Hann kemur sum nevnt at taka sær av bæði Betri kvinnum og allari ungdómsdeildini. Tvær stórar og krevjandi uppgávur, har hann hevur eina greiða visión.

– Hjá kvinnum ynski eg at skapa eitt umhvørvi, har allar trívast. Hetta skal gerast við hørðum arbeiði, samstundis sum at vit skulu hava tað stuttligt.

– Í ungdómsdeildini vil eg framhaldandi menna leikarar, sum skulu spæla á bestu liðum felagsins. Men týdningarmest er at menna menniskju. Menniskju sum skulu gerast ein aktivur partur av felagsskapinum HB í fleiri ár, leggur hann afturat.

Formaðurin í ungdómsnevndini, Gisli Sveinbjörnsson, sigur at hetta er ein spennandi venjari at fáa í felagið:

– Hann er ein hart arbeiðandi, erligur og dugnaligur venjari, sum hugsar eitt sindur ørvísi í mun til tað sum vit eru von við í HB. Hann vil menna allar leikarar sum eru í felagskapinum. Hann hugsar um liðið fram um einstaklingar.

Sáttmálin við Christopher er galdandi til og við kappingarárið 2021.

Vit bjóða honum vælkomnum í felagið.