U14 á ferð

25 U14-dreingir eru farnir ein túr til Danmark. Fyrstu dagarnar vitjaðu teir FC Midtjylland, har teir vandu saman við teirra DU13 og DU14.

Her hava teir notið gott av góðu umstøðunum hjá FCM.

Ein venjingardystur ímóti U13 hjá FCM var á skránni, og hann endaði við 2-0 sigri til okkara dreingir.

Umframt fótbólt hevur eisini verið pláss til hugna, har teir hava m.a. hava roynt seg í golf.

Eftir vitjanina hjá FC Midtjylland gekk leiðin víðari til Nørhalne Cup, har teir luttaka við tveimum liðum. Eitt í elitu-bólki og eitt í b-bólki.