Við Oddi á odda

Sáttmálin er longdur við tveimum árum, og Oddur fær komandi ár ein nýggja leiklut.

Oddur skal framhaldandi standa á odda fyri menningini av okkara eldru ungdómsleikarum. Umframt at vera ”head of coaching” hjá U15- og U17-dreingjum, verður hann eisini høvuðsvenjari hjá 1. deild monnum komandi kappingarár, eins og hann var í 2022.

Leikluturin hjá Oddi er tvíbýttur. Hann hevur framhaldandi yvirskipaðu ábyrgdina av menningini hjá U15- og U17-dreingjunum, og skal syrgja fyri at menningarætlanin verður fylgd, soleiðis at hesir gerast klárir til vaksnamannfótbólt.

Oddur kom til HB í 2022, og sigast má at hann hevur roynst væl. Í fjør vunnu bæði U15 og U17 dreingirnir greipuna. Fleiri spælarar hava spælt seg inn í 1. deildarhópin, og nakrir hava eisini sparkað hurðina inn til Betri deildina, og hava gjørt sáttmála til komandi kappingarár.

Vit fegnast um at Oddur tekur enn eitt tørn í felagnum.