Mads Løvig skal menna ungdómin í HB

Danin Mads Løvig byrjar 1. apríl í starvinum sum menningarstjóri í HB. Samstundis merkir hetta eitt enn tættari samstarv millum HB og FC Midtjylland.

Mads var við til at byrja vælkenda ítróttareftirskúlan ISI í Ikast, har høvuðsvenjari okkara, Jonas Dal, eisini hevur verið ein av lyklapersónunum. Síðani 2019 hevur Mads starvast sum ítróttasamskipari hjá Herning Idrætsråd, men frá 1. apríl skiftir hann bústaðin úr Herning út við Havn.

Hann skal fyrst og fremst verða við til at skipa ungdómsdeildina í felagnum. Hetta merkir at bæði venjingar og venjaraumhvørvið skulu lyftast á eitt hægri stig. Hetta skal m.a. gerast við einum enn tættari samstarvi við FC Midtjylland, har bæði venjarar og leikarar koma at fáa íblástur úr Danmark.

Gjøgnum árini hevur Mads uppbygt eitt tætt samstarv við FC Midtjylland, og hesi sambond skulu nú brúkast at styrkja sambandið millum HB og FCM.

Gott samstarv við FCM

Samstarvið við FC Midtjylland, hóast tað er óformligt, hevur verið gott, og fleiri av okkara ungdómsleikarum hava roynt seg har. M.a. okkara núverandi Jákup L. Thomsen og Áki D. Samuelsen. Systkinabørnini Hanus og Heini Sørensen hava verið ígjøgnum menningarskipanina í FC Midtjylland. Heini telist í dag millum mest evnaríku spælarar í ungdómsdeildini hjá FCM, og verður ofta settur í samband við onnur evropeisk stórfeløg. Eisini nýggjasti spælarin í Betri hópinum, Lukas Giessing, hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í FCM.

Við Herning Folkeblad sigur Flemming Broe, akademistjóri í FCM, at samstarvið millum HB og FCM hevur verið gott, og tað er nærliggjandi at víðka um hetta, nú tá tveir lyklarpersónar í HB (Jonas og Mads) hava so tætt samband við FCM.

Spentur formaður

Formaður, Páll Mohr Joensen, er sum vera man, spentur uppá setanina av menningarstjóranum.

– Vit gleða okkum til samstarvið við FC Midtjylland. Okkara venjarar fara á vitjan hjá FCM, og vit sum felag fáa eisini eina rúgvu av íblástri og vegleiðing haðani. Við nýggja bygnaðinum í ungdómsdeildini, fara vit at lyfta okkum á eitt hægri stig, sigur Páll.

Mynd: Herning Folkeblad