Tað verða tey trý, Maria Dahl Eystberg, John Eystberg og Magnus Jakobsen, sum fara at standa á odda fyri okkara U13-gentum í ár.
Talan er um ein spennandi aldursbólk við yvir 25 gentum, sum fara at manna tey trý liðini, sum eru meldaði til landskappingina.
Í løtuni venja tær tríggjar ferð um vikuna – tvær ferð innandura og eina ferð uttandura.
Pláss er fyri øllum, og um onkur genta fødd í 2013 ella 2014 hevur hug at vera við, kunnu tær seta seg í samband við John Eystberg á tlf. 548745 ella á Facebook.



















