Gott ár hjá U13 gentunum

U13 genturnar hava havt eitt gott og hendingarríkt ár, har allar gentur hava fingið nógvar avbjóðingar, og hava ment seg væl – og fingið óteljandi tímar saman á vøllinum og til hugnaløtur.

Í HB eru vit heppin at hava nógvar góðar venjararar – og GU13 eru einki undantak.

Venjararnir, Maria, Magnus og John, lata sera væl at gentunum, sum hava víst góðan hugburð, hava møtt væl upp til venjing, og hava verið umfevnandi og góðar hvør við aðra.

Á heiðursmerkjasíðuni gav árið tvey gull og tvey silvur.

Í stóru altjóða kappingini Danacup, vunnu genturnar silvur og steyp í A-bólkinum. Í heimligu steypakappingini vunnu tær gull, og í landskappingini vunnu tær silvur í FM bólkinum, og b-liðið vann gull í B-bólkinum.

Venjararnir hava sent okkum eina heilsan at leggja út, nú kappingarárið er komið at enda:

“Venjaratoymið takkar venjarum og leikarum hjá mótstøðuliðum fyri eitt gott, spennandi og gevandi kappingarár.

FM bleiv avgjørt í allarseinasta dysti á árinum, so meira spennandi kundi tað ikki verða. Til lukku til Skála ÍF við FM heitinum.

Eisini takk til foreldur og avvarðandi fyri góða stuðulin gjøgnum árið, og takk til HB fyri at geva okkum best møguligar umstøður at mennast.”

Takk somuleiðis, siga vit bara.

Koyr á HB – vit gleða okkum at fylgja tykkum komandi ár!