U17 venjaratoymið sett

Tað verða tveir gamlir kenningar í felagnum, sum fara at venja okkara elstu dreingir komandi kappingarár.

Talan er um Símun Eliasen og Jan Dam, sum báðir hava spælt á okkara besta liðið, umframt at teir eisini fyrr hava haft venjaraleiklutir í felagnum.

Jan spældi 297 dystir fyri besta liðið í tíðarskeiðinum 1986 – 2004, meðan Símun spældi í 2000 og so aftur í 2003 og 2004.

Hagtøl: FaroeSoccer