HB hevur sett Aleksandar Jovevic úr Serbia í starv sum venjari hjá 1. deild og U-21-liðnum.
Aleksandar Jovevic hevur verið venjari síðani 2014, tá hann var hjálparvenjari hjá ÍF og venjari hjá U18-liðnum hjá felagnum. Í 2015 var hann venjari hjá ÍF í Betri Deildini, men í 2016 skifti hann til Klaksvíkar, har hann fór at venja sigursvandu KÍ-kvinnurnar. Fyrsta árið gekk sum vant, KÍ-kvinnurnar taptu bara tveir dystir alt kappingarárið, annan í landskappingini, hin í steypakappingini (móti HB!). KÍ spældi seg kortini í finaluna og vann greipuna.
Í fjør endaði sigursrøðin hjá KÍ kvinnunum, tá EB/Streymur/Skála megnaði at vinna bæði landskappingina og steypakappingina. Kortini kann valla sigast, at tað gekk illa hjá KÍ-kvinnunum, sum bara taptu tríggjar dystir í fjør.
Í ár hevur Alex, sum hann vanliga verður nevndur, verið hjálparvenjari hjá B68, sum gjørdust ov stuttir at flyta upp í Betri Deildina. Hann hevur eisini verið venjari hjá aðrudeildarliðnum hjá B68, sum endaði nummar fimm í landskappingini.
Alex Jovevic kom til Føroya í 2003 at spæla við Skála. Árið eftir spældi hann við NSÍ, so eitt ár við TB, áðrenn hann eftir øllum at døma fann seg væl til rættis í Fuglafirði. Árini frá 2006 til 2013 spældi hann 123 dystir í Betri Deildini fyri ÍF, umframt 21 í næstbestu deildini, tá ÍF var har í 2007.
Síðani hann byrjaði sum venjari í 2014, hevur hann spælt onkran einstakan dyst. Seinast hann var á vøllinum var 23. juni í ár, tá hann kom á vøllin í yvirtíðini í dystinum millum EB/Streym og B68 í aðru deild.
Leiðslan í HB fegnast um, at viðurskiftini hjá 1. deild og u21-liðnum við hesum eru komin í rættlag so tíðliga. Vit ásanna, at umstøðurnar – serliga hjá u21-liðnum, ikki vóru nóg góðar í ár, og hava tí arbeitt miðvíst við at tryggja sær ein venjara til komandi kappingarár tíðliga.