Veðrið flytir steypafinalurnar

Vánaliga veðurforsøgnin ávirkar nú steypafinalurnar, har tvey av okkara ungdómsliðum eru umboðaði.

Finalan um Blaðberasteypið hjá U17-dreingjum er framskundað ein hálvan tíma, og verður spæld fríggjadagin 20. november kl. 17:00.

Ringa veðrið ger eisini at finalan hjá U15-gentunum er flutt frá leygardegi, og til sunnudagin 22. november kl. 15:00.

Báðir dystirnir vera á Tórsvølli, og verða eisini vístir á Rás 1 hjá Televarpinum.