Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt at lið í Betri deildini hjá kvinnum og monnum, umframt 1. deild hjá monnum, kunnu byrja at venja aftur við fullum hópi frá mánadegnum 20. apríl. FSF og Koronaráðgevingin hava orðað eitt tilmæli, um hvussu venjingar og dystir í nevndu deildum skulu fara fram. M.a. verður vanliga lógvatakið áðrenn og aftaná dyst ikki nýtt fyribils.
Lanskappingin hjá monnum er sett at byrja 9. mai, men fyribils verður tað uttan áskoðarar. Møguligt verður tó, eins og fjør, at síggja dystirnar á rásunum hjá Televarpinum, umframt at dystir kunnu stroymast umvegis heimasíðuna hjá Televarpinum – tv.fo.
Vegleiðingar er bert galdandi fyri vaksnamannadeildirnar, men arbeitt verður við eini vegleiðing til barna- og ungdómsdeildirnar. Eftir ætlan byrja venjingarnar í barna- og ungdómsdeildunum mánadagin 4. mai. Kunnað verður nærri, tá teir síðstu smálutirnir eru komnir uppá pláss, og endalig avgerð er tikin um nær venjingarnar kunnu byrja aftur.