Síðstu tvey árini hava vit samstarva við NB Fysioterapi, og soleiðis verður eisini í 2023, nú avtala er gjørd um at leingja samstarvið. Tað verður, eins og í 2022, Niklas Reginsson, sum fer at taka sær av fysioterapeutiska virkseminum í felagnum.
Avtalan fevnir um bæði Betri kvinnur og menn, og harvið tryggja vit okkum, at okkara fremstu lið fáa bestu skaðaviðgerð, endurvenjing og fyribyrging.
NB Fysioterapi er ein klinikk við nýmótans venjingarútgerð, og einum toymi manna av forvitnum og íðnum fysioterapeutum, sum altíð veita eina dygdar tænastu, við útgangsstøði í nýggjastu gransking og vitan.
Til ber at lesa meira um virksemið hjá NB Fysioterapi á heimasíðu teirra www.nb.fo.