Venjarar settir til U9-gentur

Tað vera Sara Samson Lamhauge og Julia Helena Dal Henriksen sum fara at venja okkara U9-gentur í ár. Tær eru báðar partur av okkara besta kvinnuliðið, og teirra royndir sum leikarar, koma nú okkara ungu gentum til góðar.

Afturat teimum er Emma Tormóðardóttir Stórá eisini knýtt at U9-gentunum, har hon hevur fyrisitingarligu ábyrgdina. Hetta merkir at hon tekur sær av samskiftinum við nevndina um øll tey praktisku tingini, sum skulu til fyri at tryggja so góðar venjingarumstøður sum gjørligt.

Venjingin byrjar mánadagin 1. mars, og vant verður hvønn mána- og mikudag kl. 17.30-18.30.

Allar gentur føddar í 2012 og 2013 eru vælkomnar.