Fløskuinnsavning

Í samband við at U11-dreingir fara til Danmarkar at luttaka í Aalborg City Cup, fara teir at savna fløskur inn í vikuskiftinum 7. og 8. januar. Um tit hava fløskur at lata, taka dreingirnir fegnir ímóti.

Aalborg City Cup verður í døgunum 18-20 mai. Talan er um eina stóra kapping við umleið 300 liðum í aldursbólkunum frá U9 til og við U17.