Komandi kappingarár verður ein broyting gjørd í tí, sum vit í dag kenna sum U17-deildin við dreingjum. Aldursbólkurin verður víðkaður til at fevna um tríggjar árgangir og broytir navn til U18-dreingir. Hetta merkir, at teir, sum vóru eldru U17-dreingir í fjør, fáa eitt kappingarár afturat í ungdómsfótbólti.
Við at víðka aldursbólkin til av fevna um tríggjar árgangir merkir tað eisini, at fleiri spælarar verða í árganginum. Og fleiri spælarar setur eisini krav um fleiri venjarar. Tí verður U18-venjaratoymið styrkt. Høvuðsvenjarin frá í fjør, Gunnar Nielsen, heldur sum kunnugt fram í sessinum. Páll Mohr Joensen, sum var hjálparvenjari í seinnu hálvu í fjør, heldur eisini fram. Afturat sær fáa teir ein annan kendan HB’ara, nevniliga Rasmus Nolsøe.
Hesir tríggir fara sostatt at standa á odda fyri elsta ungdómsárganginum við dreingjum. Ungdómsarbeiðið er grundarsteinurin í felagnum, og teir eru greiðir í sínum máli: HB skal hava tað besta tilboðið í landinum.
Fleiri skula halda fram at spæla fótbólt
Við broytingini fevnir U18 nú um tríggjar árgangir, sum gevur eitt størri og sterkari leikaratilfeingi. Og tí er ætlanin at hava tvey lið í aldursbólkinum.
Tað er í hesum aldrinum, at nógv ung velja at gevast við fótbólti. Tí leggur HB stóran dent á at skapa eitt tilboð, har pláss er fyri øllum. Bæði teimum, sum vilja ganga elituleiðina, og teimum, sum vilja halda fram at spæla fótbólt í einum góðum sosialum og mennandi felagsskapi. Endamálið er einfalt: fleiri skulu halda fram at spæla fótbólt – og trívast við tí.
Sterkari samstarv millum høvuðsvenjara og ungdómsvenjarar
Ein týðandi partur av nýggju ætlanini er at skapa eina nógv betri samanhang, og lættari yvirgongd, frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt.
Stórur dentur verður lagdur á at styrkja samstarvið millum høvuðsvenjaran hjá besta liðnum og ungdómsvenjararnar í felagnum. Við størri synergi og betri samskifti skal tryggjast, at spælaramenningin fylgir einum greiðum raðfestum leisti gjøgnum alt felagið.
André Olsen, høvuðsvenjari í Meistardeildini, heldur sjálvsagt eitt vakið eyga við ungdómsfótbóltinum í felagnum. Og hann er fegin um tað, sum hann sær í ungdómsdeildunum.
– Tað var hugaligt í fjør at síggja menningina á U17-liðnum, og hvussu venjingarumhvørvið áhaldandi gjørdist betri. Sum felag ynskja vit alla tíðina at leggja afturat, og eg haldi, at tað, sum er lagt afturat U18-tilboðnum vísir, hvussu miðvíst vit sum felag hugsa, sigur André.
Sum verandi føroyameistari í U17-deildini, skal hetta liðið eisini út í Europa at spæla UEFA Youth League. Nakað sum vit eisini royndu í 2024. Her sleppa teir at royna at liva sum professionellir spælarar í nakrar dagar, umframt at teir sleppa at royna seg ímóti altjóða mótstøðu á høgum stigi.
Við hesum átøkum tekur felagið eitt týðandi stig í arbeiðinum at menna framtíðarspælarar felagsins og tryggja, at ungir spælarar hava eitt gott og savnandi tilboð – allan vegin frá ungdómi til Meistaradeildina.



















