Vit flyta heim!

Í nærum eitt ár hevur Tórsvøllur verið okkara heimavøllur. Men nú er tíðin endiliga komin at flyta heim aftur. Og hóast Tórsvøllur hevur tænt okkum væl, er tað á Ovara vølli vit hoyra heima.

Flestum kunnugt hevur verið øgiligt stríð av graslíkinum á Ovara vølli. Men eftir at tað er skift fyri aðru ferð, er vøllurin endiliga góðkendur og klárur at spæla á. Fótbóltssamband Føroya hevur framt eftirlitssýn av nýggja graslíkinum og staðfest, at vøllurin lýkur krøvini í Vallarreglugerðini hjá FSF og Fótbóltslógini hjá FIFA.

Kvinnurnar hava longu spælt fyrsta dystin á nýggja graslíkinum, í landskappingardysti ímóti KÍ. Fyrsti dystur hjá monnunum verður sunnudagin 13. mai, tá Víkingur kemur á vitjan.