Bentornato, Gilberto

Gilberto kemur “heim” aftur í Gundadal komandi kappingarár.

Hann kemur aftur í tann leiklutin, hann kennir best, nevniliga sum fysiskur venjari hjá Betri-monnum. Eisini fær hann ábyrgdina av at menna ein leist fyri fysiska venjing í øllum felagnum.

Umframt at vera fulltíðarvenjari í HB, verður hann framhaldandi knýttur at italska fótbóltssambandinum sum fysiskur venjari.

Vit kenna dygdirnar hjá Gilberto, og eru fegin um, at vit aftur kunnu bjóða honum vælkomnan í Gundadal.