Koronatilmælini hava sett størri krøv til feløgini. Og fyri at tryggja sporføri í samband við landskappingardystin ímillum HB og KÍ, verða atgongumerki bara til keyps í forsølu á heimasíðu felagsins. Hetta merkir at ongi atgongumerki vera at fáa við dyrnar, eins og tað plagar at vera. Heitt verður tí á øll um at keypa atgongumerkini í góðari tíð á www.hb.fo/handil. Tey, ið ikki hava atgongumerki, verða biðin um ikki at koma í Gundadal.
Børn undir 18 skulu ikki rinda fyri atgongumerki, men skulu fylgjast við einum vaksnum.
Heitt verður samstundis á øll um at nýta inngongdina, sum hoyrir til tað øki, har atgongumerki er keypt til.
Tey, ið hava árskort frá HB, skulu sita í øki 7.