Nýggjársaftan kl. 14-16 verður nýggjárshugni í HB-húsinum. Vit heilsa 2025 farvæl og bjóða 2026 vælkomnum.
Kom og fá eitt gott prát við aðrar HB’arar um árið, ið fór, og tað, sum kemur. Og sjálvandi verða kaffi, vaflur og annað gott at fáa.
Nýggjársaftan er eisini seinasta freist at keypa árskort fyri 500 kr.



















