Eins og siður er, luttekur HB í skrúðgonguni á ólavsøku, og vit vóna at síggja so nógvar HB’arar sum gjørligt.
Vit møtast við Finsen í Tróndargøtu, ólavsøkuaftan kl. 13.15
Haðani ganga vit saman í skrúðgonguni oman á Tinghúsvøllin, har komið verður umleið kl. 13.55.
Øll møta sjálvandi í HB-búna, so vit saman kunnu vísa felagsskapin.
Vit gleða okkum at síggja leikarar, venjarar, foreldur, stuðlar og øll, sum hava hjarta fyri HB.

















