Áheitan á HB-ommur og -abbar

Vit sóknast eftir ommum, abbum ella øðrum sjálvbodnum at standa í kioskini í HB-húsinum seinnapart fríggjadag.

Í løtuni eru ommur og abbar, sum hava kioskina opna mánadag og mikudag – men fríggjadag, tá ið børnini koma niðan í HB-húsið at hugna sær áðrenn venjingarnar byrja, er stongt.

Tað eru bæði vit og børnini hørm um. Tí tørvar okkum tykkara hjálp.

Arbeiðið hevur ikki nógv uppá seg – tað snýr seg um at selja kioskvørur og annars bara vísa børnunum blíðskap og hugna um tey nakrar tímar fríggjadag seinnapart.

Neyva tímatalið finna vit útav saman.

Mánadag eru tað Echardt Persson og Eyðna Dalsgarð, sum eru í kioskini, og mikudagar eru tað Elisabeth Christiansen, Maud av Fløtum og Meta av Fløtum.

Mikudagin søgdu ommurnar, at tær høvdu glett seg at koma niðan í HB-húsið aftur nú eftir summarsteðgin. Fyri tær er løtan hugnalig og gevandi.

Kioskin er opin, so leingi, sum kappingin hjá børnunum er í gongd. Í fyrstu atløgu snýr tað seg sostatt um einar 6 vikur afturat hetta kappingarárið – at byrja sum skjótast.

Hevði tú tímað hetta hugaliga arbeiðið – og hevði tú viljað gjørt mun fyri trivnaðin í felagnum og sosiala lívið hjá yngru HB’arunum?

Ring so til Elina Christiansen, ið er limur í nýggja trivnaðarbólkinum hjá HB. Hon hevur tlf 214893. Tú kanst eisini senda ein mail til hb@hb.fo – ella skriva til okkum á facebook.

Øll eru vælkomin at deila – ella at vísa onkrum, sum tit halda hevði egnað seg.